Borgarstjórin setti heilsukaféina

Tað er siðvenja, at Klaksvíkar sjúkrahús letur dyrnar upp leygardagin á Torradøgunum. Tá kanst tú koma av gøtuni og máta ymisk virðir, so sum blóðtrýst, puls, iltmetting í kroppinum og blóðsukur. Eisini fáa ymisk kost- og venjingarráð.

 

Eisini gera tey í køkinum sær stóran ómak við eini fantastiskari Heilsukafé við alkyns góðum og sunnum – frukt og sunnir leskidrykkir. Borgarstjórin setti Heilsukaféina og greiddi seinni frá í eini framløgu um nýggja Mentanarhúsið í Klaksvík. Til hesa framløgu vóru 30 fólk.

 

Soleiðis sá skráin út

Kl. 14 - 17: Heilsucafé og opið Sjúkrahús

Sjúkrahúsið hevur opið hús millum 14.00 og 17.00, og øll eru vælkomin.

– inngongd millum Norðoya Røktarheim og Klaksvíkar sjúkrahús.

 

Kl. 14.00 Heilsucafé

Heilsucaféin letur upp, og ymiskt leskiligt er at fáa í kantinuni.

 

Kl. 14.30 Heilsucaféin verður sett

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, setur Heilsucaféina. Eftir setanina verður boðið til ymiskt heilsugott og leskiligt afturvið.

 

Kl. 14.00 Workshop

Heilsustovan (2. hædd)

Vit máta virðir, so sum blóðtrýst, puls, iltmetting í kroppinum og blóðsukur.

 

Fysio- og ergoterapiin

Til ber at gera eina konditest, og at máta feittvirðið í kroppinum.

 

Rannsóknarstovan

Tilmelding til blóðgeva.

 

Kl. 15.00: Fyrilestur í Felagshøllini

Jógvan Skorheim, borgarstjóri leggur fram um nýggja Mentanarhúsið í Klaksvík.

 

Niðanfyri verður røðan hjá Jógvan Skorheim, borgarstjóra endurgivin:

 

Góðan dag, øll somul

 

“At hava góða heilsu er at liva væl”.

So einføld var frágreiðingin, tá eg bað Sprotan definera, hvat heilsa er fyri nakað.

 

Tí tað er jú tað, vit gera í okkara meira og meira talgildu samtíð.

 

Er tað nakað, vit ivast í, so googla og sprota vit...

 

Óansæð, um tað snýr seg um rættstaving, gerandisivamál ella enntá pínu ella óbehag í kroppinum, so kunnu vit altíð spyrja internetið.

Internetið veit alt og kann hjálpa okkum við øllum.

 

Ella tað skuldi man trúð, so nógva tíð, sum vit brúka á tí.

 

Tey flestu kenna helst til støðurnar í gerandisdegnum, har vit til dømis sita saman í sofuni, meðan onkur sending er í sjónvarpinum.

 

Kanska er tað nýggja sendingin á TV2, har tríggir specialiseraðir og praktiserandi læknar skulu kappast við trý tilvildarlig fólk við internetsambandi um at finna fram til røttu diagnosurnar hjá sjúklingunum, sum hava meldað seg til sendingina.

 

Veit ikki, um tit hava sæð ta sendingina, men eg kom í tankar um hana, nú eg skuldi halda røðu her á sjúkrahúsinum.

 

Meðan vit sita saman og “hyggja í sjónvarp”, kann tað meira enn so koma fyri, at onki høvd í sofuni vendir móti sjónvarpsskerminum.

 

Ístaðin hyggja øll eygu niður í hvør sín telefonskerm, har vit halda okkum dagførd á facebook, norðlýsinum ella hvat tað skal vera.

 

Vit hava jú internetið, og harvið alla verðina, liggjandi í lummanum ella lógvanum.

 

At liva væl, segði Sprotin um heilsu.

 

Við øllum okkara møguleikum og hentleikum, hava vit allar fortreytir fyri at liva ómetaliga væl.

 

Vit hava jú alla vitan og hjálp við hondina 24 tímar um døgnið.

 

Nýggjasta tøknin kann enntá bæði máta pulsin og minna okkum á at reisa okkum upp eina ferð um tíman, og soleiðis hjálpir hon okkum at fremja um okkara heilsu.

 

Men tøknin gevur okkum eisini møguleika fyri at vera so sosial á teimum sosialu miðlunum, at vit gloyma at vera sosial í veruleikanum.

 

Til dømis tá vit sita undir liðini á hvørjum øðrum og stara niður í hvør sín skerm.

 

At hava góða heilsu er at liva væl, og vit menniskju liva best saman við øðrum.

 

Vit eru ein sosial vera, soleiðis er tað.

 

Tit minnast kanska fyrr, tá ið man í drúgvar løtur kundi sita kring borðið og diskutera, til dømis hvat ár, onkur ávís hending fór fram.

 

Tá vit í dag enda í somu støðu, so kunnu vit googla rætta árstalið fram og fara víðari.

 

Tað er skjótt, lætt og ómetaliga hent.

 

Men tað er ikki líka stuttligt sum at tosa og kobla ymiskar aðrar hendingar og søgur saman, fyri til endans at finna fram til rætta árstalið í felag.

 

Vit hava gott av at ráðføra okkum við hvørjum øðrum. At hjálpa hvørjum øðrum.

 

So sjálvt um urið hjá okkum mátar pulsin, so hava vit gott av at vitja heilsucaféina her í dag og taka av møguleikanum fyri at kanna heilsutølini og samstundis fáa eina hugnaliga løtu við veruligari samveru.

 

Tá geva vit okkara heilsu eina eyka og uppaftur størri dimensión, enn tøknin og internetið sjálvi klára at geva.

 

Við hesum orðum vil eg takka tykkum, sum skipa fyri, og so lýsi eg Heilsucaféina á Torradøgunum 2018 at vera setta.

 

Takk fyri.