Leita á in.fo

Gunvá við Keldu 05.02.2018 (14:36)

Borgarstjórin sigur ikki sum er

Aftur og aftur hava vit hoyrt borgarstjóran tvíhalda um, at málið í sambandi við flyting av Læknamiðstøðini er væl viðgjørt í býráðnum, bæði í 2010 og í 2016. Hetta er ósatt

 

Tað fer so avgjørt onki av einum politikara at bakka, tá ið tørvur er á tí og tá ið møguleiki at fáa eitt mál ígjøgnum, ikki er til staðar. Tað harmiliga er, at “Heildarætlan fyri heilsutænastur í Norðurøkinum” enn ikki er løgd fyri til veruliga viðgerð, og at bæði landsstýriskvinnan í fíggjarmálum og heilsu- og innlendismálum tyktust forfardar av, at Klaksvíkar Kommuna hevði broytt støðu. Annaðhvørt vita landsstýriskvinnurnar ikki betur, ella hevur borgarstjórin givið skeivar upplýsingar.

 

Ein bólkur arbeiddi í fleiri mánaðir við hesum áliti, eins og væl av peningi er brúktur uppá hetta arbeiði, tí átti tað at verið ein sjálvfylgja, at vit sum politikarar fingu loyvi at viðgerða hetta mál ordiliga, og at borgararnir fingu kunning um, hvat hetta innibar fyri teir. Vit hava enntá sæð samgongufelaga og partamann borgarstjórans, Óla M. Lassen, á sosialu miðlunum tikið frástøðu frá ætlaðu flytingini av Læknamiðstøðini. Øll sum gera sær tann ómak at fara inn á heimasíðuna klaksvik.fo síggja, at samtyktin í sambandi við býráðsfundin í 2016 ikki er at finna har. Hví man tað vera? – Allar býráðssamtyktir, viðgjørdar á opnum fundi, eiga at liggja á heimasíðuni.

 

Býráðssamtyktin í 2016

Tað sum býráðið tók undir við 3. oktober 2016 var: “Mælt verður til, at býráðið samtykkir heildarætlanina sum grundarlag undir komandi átøkum á heilsuøkinum í norðurøkinum. Tey einstøku átøkini verða tó at leggja fyri sum sjálvstøðug mál, áðrenn tey verða sett í verk.”

 

Henda býráðssamtykt varð gjørd beint eftir framløguna av heildarætlanini, sama kvøld sum býráðslimirnir fyrstu ferð sóu ætlanina og fingu handað bóklingin uppá 92 síður. Tað sigur seg sjálvt, at tað mátti vera ein samtykt, har vit hvør sær fingu møguleika at seta okkum inn í hetta drúgva álit, sum júst varð lagt fyri okkum. Eftir hetta hevur ongin viðgerð verið yvirhøvur.

 

Tað er gott, at borgarstjórin er bakkaður í hesum máli. Hinvegin kann tykjast løgið, at hann hevur koyrt hetta mál so langt uttan veruliga býráðsviðgerð, og at hann síðani vendir og sigur, at Klaksvíkar Kommuna ikki verður royndarkommuna, somuleiðis uttan nakra býráðsviðgerð. Eitt er, at ætlanin ikki er kjølfest í lokaløkinum, spurningurin er eisini, hvussu langt ein borgarstjóri kann fara uttan at hava býráðið við sær.

 

Við virðing fyri teimum, ið hava arbeitt við hesi heildarætlan, vil eg enn einaferð heita á býráðsleiðsluna um at leggja málið fyri til veruliga viðgerð, so vit fáa staðfest, um semja er at arbeiða víðari við nøkrum av hinum 9 átøkunum í ætlanini, nú átak 2 so dyggiliga varð skotið niður av leikum og lærdum.

 

Gunvá við Keldu

Býráðslimur

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her