Borgarstjórin: Vælkomin á Norðoyastevnu

Tá ið farið verður undir fyrireikingarnar til norðoyastevnu, so veit man at summarið er í nánd, tí ofta verður tikið til, at summarið byrjar við norðoyastevnuni.

 

Fyrsta skotið til FM-kappróðurin verður latið av á norðoyastevnu og stevnudámurin við fløgg- um, tiltøkum, framsýningum, tombola og øðrum eru greið tekin um, at norðoyastevnuhugurin livir enn.

Vit skulu heilt aftur til 2019 fyri at finna seinastu, siðbundnu norðoyastevnuskránna. Farsóttin hevur órógvað skránna seinastu árini, og tykist tað sum, at tørvur onkursvegna er á at finna stevið aftur. Tíbetur er hugurin góður

og feløg og einstaklingar hava aftur í ár víst áhugað í at hava ymiskt á skrá, sum kann gera norðoyastevnuna hugnaliga fyri allar norð- oyggjar og øll tey, sum koma á vitjan í døgun- um 27.-29. mai.

Seinastu tvey árini hava lært okkum nógv, men tey hava somuleiðis staðfest ein grund- legg jandi tørv – týdningin av samanhaldi. Tað er avgjørt nakað, sum eisini eyðkennir siðbundnu bygdastevnurnar.

Hesar dagarnar taka vit eina fríløtu frá gerandisdegnum og fara út millum fólk, práta og leita okkum til skipaðu tiltøkini, kappingar- nar ella bara njóta dámin av stevnuhýri. Sum

borgarstjóri kann eg ikki annað enn fegnast um, at hetta aftur er møguligt.

Vegna Klaksvíkar bý ynski eg at bjóða norðoyingum og gestum at verða hjartaliga væl- komnum til Klaksvíkar á norðoyastevnu.

Karl H. Johansen

Borgarstjóri