fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 7.5m/s

Leita á in.fo

Mynd: Ritzau Scanpix

Hallur av Rana 10.08.2018 (11:37)

Boris Johnson fær óvæntaðan stuðul

Boris Johnson, fyrrverandi uttanríkisráðharrin í Bretlandi, er enn einaferð miðdepil í seinastu skandaluni í bretskum politikki, aftaná at hann í føstu klummuni hjá sær í the Telegraph í síðstu viku líknaði kvinnur í burka við bankaránarar og postboksir.


Fleiri framstandandi persónar í enska samfelagnum hava funnist harðliga at útsøgnini hjá Boris Johnson, harímillum forsætisráðharrin Teresa May, ið hevur heitt á sín fyrrverandi ráðharra at biðja um umbering. Samstundis hevur Konservativi flokkurin eisini sett eina kanning í verk fyri at finna út av, um tingmaðurin hevur brotið floksins leiðreglur fyri góðan atburð, aftaná at flokkurin hevur fingið eina klagu um málburðin hjá fyrrverandi uttanríkisráðharranum.


Men nú fær Boris Johnson óvæntaðan stuðul. Enski sjónleikarin Rowan Atkinson, ið er best kendur fyri sínar leiklutir sum Mr. Bean og Blackadder, verjir í einum lesarabrævi í the Times Boris Johnson. Tað ger hann, tí hann metir ikki, at man skal biðja um umbering, tá skemtað verður við átrúnaði.


- Sum ein, ið alt mítt lív, hava notið gott av frælsinum at skemta við átrúnaði, meti eg, at skemtisøgan hjá Boris Johnson um at kvinnur, ið bera burka, líkjast postboksir, er ein rættiliga góð ein, skrivar Rowan Atkinson og leggur afturat.


- Alt skemt um átrúnað elvir til fornermilsi. Tí gevur tað onga meining at biðja um umbering fyri tað. Einasta skemt tú skal biðja um umbering fyri, er ein vánalig ein. Við tí í huga, so er ikki neyðugt at biðja um umbering. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her