fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.8m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 14.09.2018 (09:40)

Boston í ljósum loga

 70 gassspreingingar hava skakað amerikanska stórbýin Boston í nátt

 

Minst ein persónur hevur latið lív og 12 eru særd í eini røð av ógvusligum gassspreingingum í Boston í USA, sambært Associated Press.

 

39 heim standa í ljósum loga í teimum trimum forstaðunum Lawrence, Andover og North Andover, har 70 gassspreingingar hava rakt býin.

 

Associated Press skrivar, at fólk eru flutt burtur úr fleiri grannaløgum.

 

Løgreglustjórin Joseph Solomon sigur, at roykurin liggur um allan býin.

- Her brennur so manga staðni, at tú ikki so mikið sum sær himmalin, sigur hann.

 

Enn er ikki greitt, hví spreingingarnar eru hendar. Orsøkin til gassspreingingarnar eru nøkur gassrør, sum veita gass til bústðir í Andover, North Andover og Lawrence. Gassfelagið, sum varðar av rørunum, boðaði annars fyrr um dagin frá, at tíðin var búgvin at dagføra fleiri av gassleiðungunum undir býnum.

 

Nú heita myndugleikarnir í økinum á øll um at sleppa sær úr húsunum, um tey lukta gass.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her