fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 5.5m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 19.05.2017 (13:40)

Bráðtíðindi: Nú kemur misálitið á løgmann

Nú er andstøðan til reiðar at leggja fram misálit á løgmann. Og júst nú fær tingformaðurin  eitt misálitsuppskot frá andstøðuni. Tað merkir, at tá ið verandi mál er liðugt viðgjørt, so fer Løgtingið undir at viðgerða eitt misálitsuppskot móti Aksel V. Johannesen. Tað er Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin, sum standa handan uppskotið, og sum skilst fer Sjálvsstýrisflokkurin eisini at atkvøða fyri, hóast flokkurin ikki hevur lagt uppskotið fram. 

 

Páll á Reynatúgvu sigur júst nú, at sambært lógini skal misálitsuppskot viðgerast alt fyri eitt. 

 

 

Tað merkir so, at hjúnabandslógin ikki verður til aðru viðgerð í Løgtinginum í dag, og sostatt mugu tey samkyndu bíða eftir at vita, hvørja lagnu uppskotið fær. Alt bendir á, at samgongan stendur saman um at broyta hjúnabandslógina, og sostatt verður uppskotið samtykt, tá ið tað einaferð kemur fyri. 

 

 

 

Men tað verður so ikki í dag, sum ætlað. In.fo fylgir málinum. Grundgevingarnar fyri misálitsuppskotið koma her á in.fo um eitt bil.