Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 08.11.2018 (15:40)

Breaking Bad kemur aftur - sum filmur

Breaking Bad fjepparar kunnu gleða seg, tí nú verður farið undir at gera ein spildur nýggjan Breaking Bad film.

 

Tað kom fram í amerikanska blaðnum, Albuquerque Journal, at Breaking Bad framleiðarin Vince Gilligan arbeiðir uppá eitt framhald av vælumtóktu sendirøðini. 

 

Filmurin hevur eftir øllum at døma fingið arbeiðsheitið “Greenbrier”, og tað kann væntast, at Jesse Pinkman verður høvuðspersónurin her.

 

Breaking Bad er ein sendirøð, sum snýr seg um teir báðar Walter White (Bryan Cranston) og Jesse Pinkman (Aaron Paul). Teir báðir fara undir at framleiða meth-amfetamin, og í teimum fimm sesongunum fylgir mann teimum báðum í narkoumhvørvinum og í privata lívinum, har spenningur og dramatikkur eyðkenna allar minuttirnar í sendirøðini.

 

Upptøkurnar til nýggja filmin verða sambært Albuquerque Journal frá november til februar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her