fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 16.6m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 17.07.2017 (10:00)

Breivik elvt til sálarligar sjúkur uttanfyri Norra

Ein nýggj donsk kanning vísir, at yvirgangurin framdur í Norra í 2011 av Anders Behring Breivik, hevur leitt til fleiri sálarligar diagnosur í Danmark. 

 

Tað skrivar videnskab.dk. Ógvusligi yvirgangurin, sum kostaði vaksnum og børnum lívið, leiddi til eina útbreiðslu av ótta og ræðslu í Norra og í Danmark. Tí ein nýggj donsk kanning staðfestir tað, sum mangan hevur verið sagt um ræðuliga yvirgangin - nevniliga, at ræðuleikarnir í Utøya í 2011 ikki einans høvdu sálarliga ávirkan á norðmenn, men eisini á onnur skandinavisk lond. 

 

Kanningin vísir, at álopið leiddi til eina stóra øking í sálarligum sjúkum í Danmark. 2736 eyka diagnosur vóru settar á psykiatriskum sjúkrahúsinum í Danmark, í upp til hálvtannað ár eftir hendingina. 

 

- Okkara gransking vísir, at yvirgangur kann røkka tvørturum landamørk og ávirka sálarligu heilsuna í ólukkumát, hjá nógvum fólkum í øðrum londum. Tað kann ávirka so nógv, at tey gerast sálarliga sjúk, sigur Søren Dinesen Østergaard, lektari í Institut for Klinisk Medicin í Aarhus universiteti við videnskab.dk. 

 

 

Kanningin vísir eisini, at talið av fólki, sum fingu sálarligar sjúkur, vaks í tíðini eftir álopið, men eisini í tíðini, tá ið Breivik fekk sín dóm og var nógv frammi í miðlunum. 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her