Brennistøðin stongd í tríggjar vikur

Burturkastið í høvuðsstaðnum hópast upp, tí í tvær vikur hava havnarborgarar ikki sloppið av við burturkast á Brennistøðini á Hjalla. Húsarhaldsruskið er tó farið til Leirvíkar, har tað verður brent.

 

Tórshavnar kommuna sigur, at leiðslan á Brennistøðini á Hjalla nú hevur staðfest, at umvælingin av krananum fer at taka nakrar dagar longri enn væntað. Sostatt letur Endurnýtslan ikki upp 20. mars, men letur eftir ætlan upp mánadagin 27. mars.

 

Av onkrari orsøk kom eldur úr brenniovninum niður í køstin framman fyri hvørnini, sum knúsar tilfarið, áðrenn tað verður grabbað í ovnin. Eldurin í køstinum gjørdi skaða á kranan við grabbanum, sum hongur uppi yvir – og skaðin er so mikið stórur, at hann er ikki fingin at virka enn.

 

Havnarfólk mugu brynja seg við toli í eina viku afturat.