Leita á in.fo

Theresa May undir trýsti

Pætur Hjalmar Evensson 13.03.2019 (21:10)

Bretska parlamentið vil ikki úr ES uttan avtalu

Í kvøld hevur Undirhúsið í bretska parlamentinum atkvøtt um, hvørt Stórabretland skal fara úr ES við ella uttan eina skilnaðaravtalu. Her gjørdist greitt, at Stórabretland fer ikki úr ES uttan avtalu. Eitt fleirtal atkvøddi fyri at útiloka møguleikanum fyri einum sokallaðum “hørðum brexit” - altso at rýma úr ES uttan avtalu. 321 atkvøddu fyri, og 278 atkvøddu ímóti.

 

Hetta merkir, at ein avtala skal koma í lag við ES, um Stórabretland fer úr ES. Stórabretlan skal av røttum vinka farvæl til ES 29. mars. Men hósdagin skal parlamentið atkvøða um, hvørt mann skal royna at útseta hesa freistina ella ikki.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her