fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 9.8m/s

Leita á in.fo

Sólvit Nolsø 20.03.2017 (12:51)

Brexit: Melda seg úr um eina viku

Mikudagin í næstu viku fer Theresa May at siga ES frá, at Bretland fer at melda seg úr felagsskapinum.

 

Stjórnin í Bretlandi fer at lata øll 27 limalondini í ES vita, at Bretland nú fer og at Bretland fer at samráðast við ES um treytirnar og framtíðar samstarv.

 

Tað er long tíð fráliðin síðan bretska fólkið valdi at fara, men ikki fyrrenn nú byrjar almenna mannagondin, ið skal fáa Bretland úr ES um tvey ár.

 

Bæði Bretland og ES hava brúkt seinaður mánaðirnar at fyrireika seg uppá at enda samstarvið, men veruligu samráðingarnar kunnu ikki byrja fyrrenn Bretland hevur latið fráboðanina inn. Tað hendir so komandi mikudag.