Leita á in.fo

Hallur av Rana 02.01.2018 (13:15)

Breyt armin í arbeiðsóhappi

Eitt starvsfólk hjá Bakkafrost bleiv í farnu viku flutt til Danmarkar, eftir at armurin hjá honum bleiv fastur í eini maskinu í nýggja virkinum hjá alirisanum. Tað segði Kringvarpið í tíðindunum í dag.


Sambært Kringvarpinum, so var tað tá eitt transportband skuldi leggjast á aftur eina maskinu, at armurin hjá einum starvsfólki bleiv fast í maskinuna. Maskina bleiv alt fyri eitt steðgað, men skaðin var so stórur, at viðkomandi bleiv fluttur á sjúkrahúsið. Dagin eftir bleiv hann flogin til Danmarkar, har hann bleiv lagdur undir skurð.


Leivur Persson, stjóri í Arbeiðseftirlitinum, upplýsir fyri Kringvarpinum, at Arbeiðseftirlitið kannar í løtuni málið, og at ein niðurstøða væntandi verður klár um tvær vikur. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her