fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 9.8m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 14.02.2017 (19:48)

Breyt inn til læknan í Kollafirði

Fyri einum góðum tíma síðani fekk løgreglan boð um, at onkur var í ferð við at bróta inn í viðtaluhølini hjá kommunulæknanum í Kollafirði.

 

Løgreglan fór avstað alt fyri eitt avstað, og tað gekk ikki mætari enn so, enn at teir lukkaðust á staðið ímeðan tjóvurin enn var inni hjá læknanum.

 

Sostatt varð hann tikin á búri, so løgreglan fekk handtikið hann beinanvegin. Hann er síðani førdur á løgreglustøðina í Havn, har hann er til avhoyringar í hesi løtu.

 

Løgreglan sigur, at síðani skal støða takast til, um innbrotstjóvurin verður latin leysur aftur, ella um hann skal førast fyri rættin við kravi um, at hann verður varðhaldsfongslaður í eina tíð, ímeðan løgreglan fer endaliga greiði á málinum, og maðurin kann førast fyri rættin til endaliva dómsviðgerð.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her