Leita á in.fo

- Sonur mín hevur hoppað á trampolin í nógv ár, men akkurát hesaferð gekk tað galið. Mynd: Tilvildarlig.

Vilmund Jacobsen 10.06.2018 (17:29)

Breyt nakkageislar á trampolin

Hvørt ár enda fleiri túsund børn í Danmark á landsins skaðastovum av skaðum, tey fáa á trampolinum.

 

Hetta er eisini orsøkin til, at Kim Hansen, sum er úr Nårup á Vesturfjóni, ikki orkar fyri trampolinum. Hann heldur, at trampolinir eru rótin til alt ilt, sum hann málber seg.

 

Og ikki er tað løgið, at pápin at einum 15 ára gomlum dreingi heldur slíkt um trampolinir, tí leygardagin í seinastu viku vísti tað seg eisini, at hann kom at standa andlit til andlits við beiska veruleikan.

 

15 ára gamli sonur hansara, Andreas Snepryd, breyt nevniliga tveir nakkageislar á einari trampolin í Glamsbjerg, og hetta hevur ført til, at drongurin nú er lammaður heilt úr økslini og niður í tærnar.

 

- Sonur mín hevur hoppað á trampolin í nógv ár og hevur gjørt loftlop óteljandi ferðir. Men, akkurát hesaferð gekk tað galið. Tað snýr seg um bara einaferð at lenda skeivt, sigur pápin.

 

Í løtuni er sonur hansara innlagdur á sjúkrahús í Skejby, og komandi tíðin fer at vísa, hvønn førleika hann hevur ella kemur at hava eftir vanlukkuna.

 

- Hevði hann bara komið upp aftur at gingið og kundi livað eina vanliga tilveru - ja, so hevði eg verið fegin. Hann er ein glaður drongur, og fyri vanlukkuna var hann ein ógvuliga aktivur drongur.

 

Pápin sigur tað vera sera hart knappliga at síggja sín egna son liggja soleiðis, men stuðulin tey hava fingið frá vinum hevur hjálpt teimum í truplu tíðini síðan vanlukkuna.

 

Yvirlæknin, Jens Lauritsen, sigur, at tað er undantakið at síggja so álvarsligar vanlukkur standast av einari trampolin, men hann leggur dent á, hvussu týdningarmikið tað er at ansa væl eftir sær.

 

Tað er jv.dk, sum ber hesi tíðindi í dag.

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her