Brimil smurdi Hvidbjørnen av í Klaksvík

So var stóri dagurin við vatnkríggi í Klaksvík aftur, har abbar blíva til smádreingir. Meðan ommurnar standa á kaiini og hyggja at, eru abbar og pápar saman við børnunum í bátum og sproyta á manningarnar í hinum bátunum.

 

Danska verjuskipið, Hvidbjørnen, Brimil, Rólant og Núpur vóru tey størru skipini við flestu fólkunum og bestu útgerðini í mun til hópin av smábátum, sum eisini vóru við.

 

Tað sá út til, at Brimil var munin betri útgjørdur við stórum vatnkanónum og av somu grund fekk danska verjuskipið, Hvidbjørnen ein avsmurning av Brimli og varð rættiliga vaskað av.

 

Jú, sanniliga ein hugnalig løta. Tó at tað regnaði, so var tað eingin, sum varnaðist tað, tí ein rættur vatnkríggj-drongur, -genta ella -maður ræðist ikki vatn.