Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 08.11.2018 (20:58)

Britta Nielsen til Danmarkar í kvøld

Britta Nielsen, sum í Danmark er skuldsett fyri at hava snýtt við almennum peningi, 111 milliónum krónum, var herfyri tikin í Suðurafrika.

 

 

Arbeitt hevur verið við at fáa hana fyri rættin og  at fáa hana til Danmarkar, tí Danmark hevur avtalu um slík viðurskifti við Suðurafrika. Men slík viðgerð kann taka sera langa tíð.

 

 

Men danska bakmansløgreglan hevur við snildi skipað so fyri, at eftir at hava verið fyri rættinum í dag, ber til at fáa Brittu Nielsen til Danmarkar beinanvegin. Og ligið verður ikki á boðunum, tí longu í kvøld verður Britta Nielsen flogin til Danmarkar.

 

 

Bakmansløgreglan hevur valt at sleppa øllum boðum um handtøku og útlevering. Tessvegna er onki hjá rætti og advokatum at taka støðu til.

 

 

Hinvegin hava teir avtalu við skuldsettu kvinnuna um, at hon fær ferðaseðil, men fylgist við løgreglufólki á ferðini, og tá flogferið setir seg í Danmark, so ber til at handtaka kvinnuna. Vandin er, at hon á ferðini ikki er handtikin, og tí kann nýta møguleikan at sleppa sær undan løgregluni, men hetta metir løgreglan ikki er sannlíkt.

 

 

Hátturin at fáa málið avgreitt so skjótt er ikki sæddur áður, og hevur fingið miðlar at kalla snilda framferarháttin hjá bakmansløgregluni fyri ein góðan leik, og framúr væl funnið uppá.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her