BRO á Okkara Voxbotn 2019

22 ára gamli danin, Kevin Andreasen, hevur havt eitt sera gott ár. Við listanavninum BRO tók hann Danmark á bóli, og hann átti lagið, sum danir lurtaðu mest eftir á Spotify.
 

Skráin til Okkara Voxbotn er um at taka skap, og tað verður ein sonn rekkja av hittum, sum fara at dunga yvir glaðu fjøldina í Vágsbotni tann 29. juni. Fyri at skapa tann fullkomna summarhýrin, kunnu fyriskiparnir nú kunngerða, at vælumtókti BRO skal framføra á Okkara Voxbotn. Lagið “Sydpå” hjá BRO lá ovast á fleiri listum í Danmark í summar, og BRO er longu farin í holtur við at gera nýggjan tónleik, og tað fyrsta verður útgivið í februar í ´19.

 

Samanlagt hava løgini “Hvor er du BRO”, “Er nettet nede”, “Kondi”, “Lidt til en side”, “Glad” og “Sydpå” meira enn 40 milliónir spælingar á teimum talgildu miðlunum. Tað verður sannur summarpoppur, tá BRO fer á pallin við sínum glaða, nútímans tónleiki.
 

Frammanundan er longu greitt, at heimskendi úrmælingurin Lost frequencies, Hanus, Páll Finnur Páll, VSJ og Frum fara at framføra á Okkara Voxbotn 2019, sum verður tann 29. juni.

 

Atgongumerkjasølan gongur við rúkandi ferð, og fyriskiparar rokna við, at útselt verður áðrenn jól.

 

Atgongumerki fáast í Power í SMS, Fast-handlunum kring landið, Kunningarstovuni í Steinatúni og á ebillett.fo.