fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 8m/s

Leita á in.fo

Myndirnar hevur Magnus Hjaltalin á Kamarinum tikið

Barbara Holm 16.07.2017 (06:45)

Brotnar fløskur og grafitti í Grasagarði

Fyri nøkrum døgum síðani var herverk framt á spæliplássið í Grasagarði í Havn. Fløskur eru brotnar runt á økinum og tískil er brotið glas fleiri staðni. Og somuleiðis er grafitti á fleiri av leikunum á spæliplássinum. 

 

 

Fleiri lesarar hjá in.fo hava skrivað inn til okkara um støðuna, tí tað er vandi fyri, at eitt barn kemur til skaða av brotnu fløskunum. Ein kvinna hevur váttað, at dóttir hennara fekk skaða fyri nøkrum døgum síðani.

 

 

Sí myndirnar av spæliplássinum undir greinini við at trýst á tær, so tær gerast stórar. Um eitt lítið bil kemur ein grein her á in.fo, har ein mamma greiðir frá hending í samband við herverkið.