fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 14.4m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 10.08.2018 (09:32)

Broytingar framdir í bussleiðini

Tað er neyvan nakar ivi um, at ferðamynstrið í høvuðsstaðnum verður broytt, nú hundraðtals av næmingum og starvsfólkum ikki longur skulu møta í Hoydølum um morgnarnar, men í staðin leggja leiðina út móti Marknagili, har nýggi bygningurin hjá miðnámsskúlanum Glasi nú verður tikin í brúk.


Í tí sambandi boðar Tórshavnar kommuna nú frá, at broytingar verða gjørdar í Bussleiðini. Tað er tó einans hjá leið 5, at broytingar verða framdar.


Framyvir fer leið 5 ikki at koyra eftir Eystara Ringvegi og Hvítanesvegnum, men eftir Vegnum Langa, Sundsvegnum og Norðara Ringvegi og víðari sambært ferðaætlanini.


- Broytingin eigur ikki at ávirka borgaran til tað verra. Bussleiðin hevur fleiri leiðir, ið koyra til og frá Glasir, har trýstið nú kemur at vera, ið áður var økið við Hoydalar. Tað er avgerandi fyri okkum at veita eina góða tænastu, og vísir tørvurin seg at vera ein annar, mugu vit seta eyka inn. Tað má tíðin vísa, sigur Jákup Dam, formaður í teknisku nevnd, við heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.


Talvurnar við broyttu ferðaætlanini hjá Leið 5 verða skiftar á busssteðgistøðunum í viku 34, men vera tøkar á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu frá mánadegnum 13. august. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her