fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

André Olsen 14.11.2017 (19:00)

Broytingar í Swansea

Tað hevur ikki gingið serliga væl hjá walisiska felagnum, Swansea, hetta kappingarárið. Eftir 11 dystir liggur Swansea á næstniðasta plássinum í Premier League, har tað bert er vorðið til tveir sigrar í teimum fyrstu 11 dystunum.

 

Stutt áðrenn landsliðssteðgin sum nú er, gavst Claude Makelele sum hjálparvenjari í Swansea, og tí hevur felagið verið noytt at gjørt ymiskar broytingar. Og í gjár gjørdist greitt hvørjar broytingarnar vera. 

 

Nýggi hjálparvenjarin í Swansea verður Leon Britton, ið annars hetta kappingarárið hevur verið liðskipari hjá Swansea. Hann gevst ikki at spæla, og verður sostatt leikandi hjálparvenjari, men liðskiparabandið gevur hann frá sær.

 

Nýggjur liðskipari í Swansea verður spanski Angel Rangel, ið hevur spælt við Swansea síðani 2007. Merkisvert við valinum á liðskipara er tó, at Angel Rangel hetta kappingarárið hevur verið ógvuliga langt frá at verið fastur maður. Angel Rangel hevur higartil einans spælt tveir minuttir teir fyrstu 11 dystirnar hetta kappingarárið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her