Brynhild leggur frá sær í Ferðslutrygd

Brynhild Høgnadóttir, sum hevur verið stjóri í RFF síðani 1. august 2011, hevur sagt seg úr starvi

Brynhild Høgnadóttir, sum hevur verið stjóri í RFF síðani 1. august 2011, hevur sagt seg úr starvi.

 

Kári Thorsteinsson, formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sigur, at hon hevur valt at taka av nýggjum avbjóðingum.

 

– Starvsnevndin hevur verið sera heppin at havt Brynhild Høgnadóttir í stjórastarvinum, tá hon er sera dugnalig, nærløgd og arbeiðssom. Men at vera í starvi, har nógvir bóltar eru í luftini í senn við undirvísing, verkætlanum og skipa fyri nógvum ymiskum tiltøkum ferðslutrygdini at frama, er sera krevjandi og slítandi til tíðir, men tað hevur stjórin klárað sera væl, sigur hann.

 

– Í hesi sjey árini hevur RFF flutt seg væl fram á leið og hevur RFF ongantíð áður verið so sjónligt í almenna rúminum sum nú.

 

Hann sigur, at starvsnevndin er sannførd um, at RFF hevur dugað væl at tillagað sítt virksemi eftir mongu broytingunum í samfelagnum við nýggjari ferðslulóg, undirvísingartilfari til allar aldursbólkar í skúlunum og mongu átøkini, sum hava verið og sum koyra enn til frama fyri ferðslutrygdina. Í øllum hesum hevur stjórin verið sera virkin og dugað væl at tilrættislagt átøkini saman við okkara tryggingarfeløgum, sum høvuðsstuðlum og vegamyndugleikunum v.m.

 

– Starvsnevndin vil ynskja Brynhild Høgnadóttir blíðan byr í nýggju avbjóðingini og vil takka fyri sjey góð og virkin ár í Ferðslutrygd.

 

Starvsnevndin fer í næstum undir at lýsa eftir nýggjum stjóra til Ráðið fyri Ferðslutrygd.