Bubu bustar tenn

Nýtt føroyskt tilfar sá í dag dagsins ljós, tá ið BUBU legði út videlagið: Busta tenn.


Við sínum søgum, filmum, sangum og undirhaldi, hevur BUBU virka á føroyska pallinum síðani 2014, men eisini hevur hann vitja eitt nú í Danmark og Noreg har hann hevur undirhildi.

 

Í strembanini at gera meira føroyskt tilfar, eggjar BUBU í hesum sangi og videolagið børnunum og vaksnum at busta tenn.

 

Nýggja videolagið og sangurin verða ætlandi ein partur av nýggjum tilfarið, ið BUBU hevur ætlanir um at lata úr hondum beint fyri ella eftir summarferiuna.