info
Ongi úrslit

Buktatónar 2023

Dagfinn Olsen
30. august 2023 kl. 18:56

Leygardagin 2. septembur verða Buktatónar.

Enn eru atgongumerkið eftir, men tað er at skunda sær áðrenn tað verður útselt, skrivar Sunda kommuna á sunda.fo.

 Tónleikarar sum verða at hoyra eru: Signar í Homrum, Kim Hansen, Jens Marni Hansen, Guðrið Hansdóttir, Bárður á Lakjuni, Ester Kristiansen, Sámal Ravnsfjall, Hanus G. Johansen, Herborg Torkilsdóttir og Maria á Heygum.

Eitt sindur um Buktatónar

Seint á vári, tíðliga á sumri í ár, hevði Dia Petersen gingið í eina tíð og hugsa um at stápla eitt savnandi tiltak uppá beinini. Her hugsaði hann serliga um buktina (Hvalvík/Streymnes) og so Sundalagið(heilt frá Kollafirðið til Eiðis) sum heild. 

Við íblástri frá Suðurljóð(Stovukonsertir í Trongisvági) fór hann í gongd. Hann spurdi seg fyri hjá teimum sum samskipaðu Suðurljóð og loddaði dýpi, um grannarnir vóru við uppá hetta. Við hjálp og góðum ráðum frá Suðurljóð og vælvild frá grannunum varð farið í gongd. 

Bólkar vóru skipaðir at taka sær av stuðlum, tónleikarum, fyrireiking o.ø. Og smátt um smátt var klárt at seta atgongumerkja søluna í gongd. Mett var at 150 atgongumerki skuldu seljast fyri at hetta skuldi verða best fyri flest. Eisini var lokalur stuðul fingin til vega.

Fyrireikingarnar eru nú í hæddini, allir tónleikarar eru komnir uppá pláss, húsini og tónleikarar eru sett saman og tíðspunktini eru ásett. Men enn er pláss fyri onkrum smávegis yvirraskilsi, skrivar sunda.fo millum annað. 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

Í gjár kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

3 minuttir síðan
Tíðindi

Næsahjólið á Widerøe-flogfarið órógvaði

4 minuttir síðan
Hondbóltur

Gylta og liðfelagarnir vóru fyri stórtapi

7 minuttir síðan
Lýsingagrein

Gjaldstovan og Nema gjørt av­talu um før­oysku tíð­ar­skrá­set­ing­ar­skip­an­ina Nema Tíð

37 minuttir síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis vunnu Føroyar greitt á Kosovo

47 minuttir síðan
Tíðindi

Vil gera tað lættari hjá SSL at keypa nýggjar ferjur

1 tími síðan
Hondbóltur

Føroyar løgdu bragdliga fyri

1 tími síðan
Tíðindi

Trump missir meiri­lut­an – demo­krat­ar­nir taka vald­ið í Kongressini

2 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Føroyar-Kosovo

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump viðurkennir: Kríggið í Iran ávirkaði valósigurin

2 tímar síðan
Tíðindi

Novo hevur skrásett 337 føroysk heilsustarvsfólk

4 tímar síðan
Tíðindi

Snildfonin skal verða heima – eisini snild ur skulu úr skúlanum

5 tímar síðan