Bumba í mosku í Kabul – minst 30 deyð

Trygdarherlið hava borið minst 30 lík út úr mosku, eftir at ein bumba sprongdist í eini mosku í Kabul

Trygdarherlið hava borið minst 30 lík út úr mosku, eftir at ein bumba sprongdist í eini mosku í Kabul.

 

Eitt bumbuálop var í gjár framt ímóti eini mosku í afganska høvuðsstaðnum, Kabul.

 

Tað váttar ein talsmaður fyri innanríkisráðið sambært tíðindastovuni AP.

 

Minst 30 eru sambært innanríkisráðnum deyð í álopinum, og 45 eru særd.

 

Tað var eitt sjálvmorðsbumbufólk, sum sprongdi seg sjálvt í luftina inni í moskuni hjá shiamuslimum, sum vóru møttir til bøn.

 

Í morgun hevur Islamskur Statur, sum er ein víðgongd sunnimuslimsk rørsla, átikið sær ábyrgdina sambært AFP.

 

Álopsfólkið var sambært heryvirmanninum Alimast Momand til gongu og gekk inn í moskuna, sigur hann við AP.

 

Moskan eitur Imam Zaman. Hon er í Dasht-e-Barchi, sum er í vestara partinum av høvuðsstaðnum.

 

Afganistan hevur seinastu tíðina verið hart rakt av fleiri álopum. Tey hava kosta bæði sivilum, herfólki og løgregrlufólki lívið.

 

Sambært ST-frágreiðing í síðstu viku eru landsins shiamuslimar hart raktir av álopium í ár. Mint 84 eru dripin og 194 særd í álopum á moskur og átrúaðarlig siðahald, stendur í frágreiðingin.

 

Í august og september hava verið minst tvey álop á moskur í Kabul.

 

/ritzau/Reuters