Bumba særir 24 í Thailandi

Ein bumba er brostin á einum sjúrkahúsi í Bangkok, sum serliga verður verður brúkt til heryvirmenn. Løgreglan upplýsir, at 24 eru særd.

 

Bumban brast á trý ára degnum fyri hernaðarkvettið í 2014.

 

Eingin hevur enn tikið ábyrgdina fyri bumbuni á Phramongkutklao sjúkrahúsinum, sum serliga tekur sær av pensjoneraðum heryvirmonnum.

 

– Tað var ein bumba. Vit funnu stumpar, sum vóru brúktir til at framleiða bumbuna við, sigur ein spreingiserfrøðingur hjá løgregluni.

 

– Beint nú eru myndugleikarnir í ferð við at kanna vakmyndatól, sigur hann.

 

Sambært talsmanni fyri stjórnina eru 24 særd av spreinginini.

 

Bumban var løgd í eitt bíðirúm, sum verður brúkt av pensjóneraðum embætismonnum, skrivar blaði Khao Sod.

 

Á staðnum er funnin battarí og leidningar, sum kunnu vera brúkt til at gera bumbuna við.

/ritzau/Reuters