Bumban í Manchester: Ein maður afturat handtikin

Løgreglan í Machester hevur handtók ein mann afturat í dag í sambandi við bumbuspreinginina mánakvøldið.

 

Talan er um ein 25 ára gamlan mann.

 

Harvið eru nú 14 persónar handtiknir, harav tveir eru latnir leysir aftur.

 

Enn er ikki greitt, hvat tann 25 ára gamli er skuldsettur fyri í sambandi við álopið.

 

Men hinir 11 fongslaðu persónarnir, sum allir eru menn millum 18 og 38 ára gamlir, eru allir mistonktir fyri at brotið bretsku yvirgangslógina.

 

22 ára gamli Salman Abedi framdi álopið mánakvøldið. Hann doyði sjálvur í spreingingini á Manchester Arena, har 21.000 fólk vóru til poppkonsert hjá Ariana Grande. 116 fólk vórðu særd í atsóknini og 22 doyðu.

 

/ritzau/AFP