Bumban var kongaligt porselen

Ferðafólk óttaðust illgrunasaman pakka á parkeringsøkinum við flogvøllin á Bornholm – og tað hevði við sær, at flogvøllurin var stongdur í tríggjar tímar

Ein illgrunasamaur pakki á parkeringsplássinum við flogvøllin í Rønne á Bornholm hevði við sær, at flogvøllurin varð stongdur í góðar tríggjar tímar í morgun.

 

Tað vóru ferðafólk, sum skuldu við flogfarinum av Bornholm klokkan 7:15, ið fingu illgruna til lutin og boðaðu frá, upplýsir løgreglan.

 

Flogvallarbygningurin við umleið 100 fólkum var evakueraður, tá spreingievnisserfrøðingar frá verjuni vórðu boðsendir av løgregluni.

 

Serfrøðingarnir settu eina trygdarfrástøðu, sum var so stór, at høvuðsbygningurin mátti tømast og steingjast.

 

Tá fólkini frá verjuni úr Skive við tyrlu komu til Rønne, valdu tey at skjóta og tileinkisgera lutin á parkeringsplássinum.

 

Tað vísti seg, at innihaldið var musselmálað porselen, upplýsir løgreglan.

 

– Eigarin fær nú brúk fyri fleiri tupum av sekundlími, viðmerkir løgreglan í tíðindaskrivinum.

 

Hetta er annan dagin á rað, at vandin fyri bumbum ávirkar flogferðsluna. Gjáramorgunin var tað ein annar illgrunasamur lutur, sum fekk tey at steingja Terminal 2 í Københavns Lufthavn. Eisini har vóru serfrøðingarir frá verjuni boðsendir.

 

/ritzau/