Búnaðarráðstevna í Klaksvík í dag

Í morgun klokkan gott nýggju komu hópin av búnaðarfólkum, politikarar og bóndur víða frá um landið til búnaðarstevnu sum varð sett á Skúlatrøð í Klaksvík av Dáva Winther, mentanarleiðara

 

Fundarstjóri var Jacob Vestergaard, sýslumaður og skráin var drúgv og long – ja, allur dagurin er settur av til hetta týdningarmikla mál.

 

Búnaðarstevnan, sum vit kenna hana, har politikarar, bóndur og veitarar av ymslum slag kjakast um ymisk viðurskifti, hevur nú nøkur ár á baki, og er tað eina mest Símun Gullaksen, bóndi, sum hevur tikið stig til hesa búnaðarstevnu. Flest øl hava nógv uppá hjarað – at siga frá við uppskotum til broytingar.

 

Her var onkur, sum fegnaðist um, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum eisini hevur landbúnaðarmál um hendi, hevði gjørt eina ætlan í 12 punktum og við áramálum settum ár, um hvussu og havar ber til at betra um ymisk viðurskifti innan landbúnaðin.

 

Ein annar bóndi harmaðist um ta stirvnu skipan, har tú verður føddur inni í “bóndastattin” og tú mást helst verða borðin út aftur hagani, helst við stórari skuld – Hann legði upp til eina meri lagaliga skipan, har til ber at leggja frá sær í frið og náðum, tá ið tann tíð kemur. 

 

Sjálvandi varð eisini komið inn á gongd í haga og treytir fyri hesum, har kanska kunningarstovurnar kring landið kundu havt ein meira virknan leiklut – Umboð fyri Norðoya Kunningarstovuna bjóðaði seg eisini fram til at kunna koma við góðum ráðum, um hvussu hetta kann skipast á skilabesta hátt

 

Skráin var sum sagt drúgv og long og endaði eftir borðhald kl. 18 í kvøld

10:20: Vinnumálaráðið (Ferðavinna og ferðavinnumøguleikar)


10:50: Fiskimálaráðið (Framtíðar landbúnaður) - Høgni Hoydal, landsstýrismaður


11:20: Búnaðarstovan (Landbúnaður) - Tróndur G. Leivsson, stjóri.
 


12:00 Miðmálið

Framløgur: 


13:00 Helgi í Brekkunum: “Fitin í nýflettum seyðakjøti”


13:20 Jónheðin Tróndheim: “Ræsing á serligan hátt”


13:40 Bændasamtøk Íslands: Tjørvi Bjarnason, departamentchef – “Landbrug i Island og aktuelle udfodringer” 


14:10 Búnaðargrunnurin: “Fígging og stuðul”


14:30 Biogas verkætlanin: “Fróði Mortensen”


14:50 Visitfaroeislands: “Jóhan Pauli Helgason” 


15:10 Ronnie Thomassen: “Hvussu langt røkkur ognarrætturin uttangarða”?



15:30 Framløgur liðnar / kaffi.


16:00: Kjakfundur við pallborðið.


Evni er: Ferðavinna og gongd í haga.




Hvat gera vit við hendan trupuleikan/møguleikan?

- Festarar og óðalsfólk varða av føroysku jørðini við rættindum og skyldum, hvussu fáa vit sum frægast burturúr? Kunnu vit skipa okkum við einum felags máli?



Fundarstjóri og orðstýrari: Jón Brian Hvidtfeldt

Pallborðsluttakarar:
Búnaðarstovan
Bóndafelagið
Óaðlsfelagið
Visit Faroeislands
Vinnumálaráðið
Fiskimálaráðið