Burn: FM-fjórðingsfinalu vónin hjá Team Klaksvík livir enn

Málverjin hjá Team Klaksvík bjargaði brotskasti í allarseinasta sekundi, og so kundu klaksvíkingar fegnast um ein 22-21 sigur á KÍF

Skíggjamynd: HSF

FM-fjórðingsfinaluvónin hjá Team Klaksvík í Burn mansdeildini livir enn.

 

Team Klaksvík vann 22-21 á KÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík. Málverjin hjá Team Klaksvík, David Henigman bjargaði einum brotskasti hjá KÍF í allarseinasta sekundinum av dystinum.

 

Í steðginum var Team Klaksvík á odda 12-11.

 

Nikolay Bliznov var toppskjútti hjá Team Klaksvík við seks málum. Toppskjútti hjá KÍF við fimm málum var Rasmus Søby. 

 

Sigurin merkir, at Team Klaksvík við tveimum dystum eftir hevur sjey stig á sjeynda plássinum. StÍF hevur 10 stig á sætta plássinum, men teir hava bert ein dyst eftir at spæla.

 

Sunnudagin 24. mars spæla Team Klaksvík og VÍF í Badmintonhøllini í Klaksvík. Um Team Klaksvík fær stig tá, so verður finala um sætta plássið í høllini á Skála, leygardagin 30. mars millum StÍF og Team Klaksvík.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71164934138024
 VÍF154794057423
 KYNDIL164524143819
 NEISTIN16425448-2316
 KÍF16403425-2213
 STÍF17478513-3510
 TEAM KLAKSVÍK16391503-1127

Skíggjamynd: HSF