Burn: H71 fór við fyrsta stikkinum

H71 vann 1. FM-finaluna í Hoyvíkshøllini

Savnsmynd

1. FM finalan í Burn mansdeildini millum H71 og KÍF var leikt í Hoyvíkshøllini seint seinnapartin í dag.

 

Tað eydnaðist H71 at vinna dystin 31-28. Tað var tó KÍF, ið var á odda 17-16 í steðginum.

 

H71 er sostatt á odda 1-0 í FM-finaluuppgerðunum, har spælt verður best av fimm dystum.

 

Bogi Hansen var við 13 málum stórskjútti hjá H71. Toppskjútti hjá KÍF við sjey málum var Fríði Weyhe. 

 

Komandi mikukvøld klokkan 19.30 verður onnur FM-finalan leikt í høllini í Kollafirði. 

 

HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

Savnsmynd