Burn: VÍF smurdi KÍF av í Vestmanna

Tað stendur nú á jøvnum 1-1 í FM-hálvfinaluuppgerðini millum VÍF og KÍF

Neyðugt er við enn einari FM-hálvfinalu millum VÍF og KÍF í Burn mansdeildini komandi hóskvøld klokkan 19.30.

 

VÍF vann í dag stórsigur 30-17 á KÍF í aðru FM-hálvfinaluni, ið var leikt í høllini í Vestmanna. Í steðginum var VÍF á odda 15-8. 

 

Filip Jojic (myndin) og Óla Jákup Gaard Olsen vóru toppskjúttar hjá VÍF við fimm málum hvør. Toppskjútti hjá KÍF við fýra málum var Bárður Dam.

 

KÍF vann farna hóskvøld 33-24 á VÍF í høllini í Kollafirði, og tí er støðan javnleikur 1-1 í tí samlaðu uppgerðini.

 

Klokkan 19 byrjar 2. FM-hálvfinalan millum H71 og Kyndil í Hoyvíkshøllini. Farna hóskvøld vann H71 31-26 á Kyndli í 1. FM hálvfinaluni.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF frá 2. FM-hálvfinaluni í Vestmanna:

 

##med2##