Burn: VÍF vann bronsudystin aftaná longda leiktíð

Nú eru bert FM-finalurnar eftir at leika í Burn mansdeildini

VÍF er bronsuvinnari í Burn mansdeildini.

 

Longd leiktíð mátti til í bronsudystinum móti Kyndli í høllini í Vestmanna í kvøld.

 

Tá 49 minuttir vóru leiktir av dystinum var VÍF á odda 27-22, men tá eydnaðist Kyndli at vinna seg upp á javnleik 27-27. 

 

Tað endaði við javnleiki 30-30, og so mátti longd leiktíð til. Í longdu leiktíðini vóru vestmenningar omaná og vunnu dystin 36-34.

 

Sjúrður Olsen var toppskjútti hjá VÍF við níggju málum. Toppskjútti hjá Kyndli við 12 málum var William Skovsager.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF frá bronsudystinum í Vestmanna:

 

##med2##