Leita á in.fo

Havnin rindar prísin fyri íbúðarneyðina, meta tey á Hagstovuni

Áki Bertholdsen 13.09.2017 (14:49)

Bústaðarneyð kann verða orsøkin til stórt afturstig í Havn

Hetta seinasta árið hevur Havnin ikki fingið meiri enn ein triðing av øllum fólkavøkstrinum, sum hevur verið í Føroyum. Samstundis búseta tveir triðingar seg uttanfyri Havnina.

 

Tað sæst í nýggju tølunum hjá Hagstovuni.

 

Og tað er ein rættilig kollvelting, tí støðan hevur verið tann beint øvugta. Hesi seinastu árini hevur Havnin nevniliga fingið heilar tveir triðingar av øllum fólkavøkstrinum í landinum.

 

Í turrum tølum kann nevnast at hetta síðsta árið, frá august í fjør til august í ár, er fólkatalið í Føroyum vaksið 732 fólk og av teimum hava 233 fólk, ella 32 prosent, búsett seg í Havn.

 

Men árið frammanundan, frá 2015 til 2016, vaks fólkatalið 588 fólk, og tá var støðan beint øvugt, tí tá búsettust 386 fólk í Havn, ella heili 66 prosent.

 

 

Les eisini: Tað gongur ikki so skjótt í Havnini longur

 

 

Á Hagstovuni meta tey, at ein orsøk til, at lutfalsliga nógv færri fólk búsetast í Havnini nú, kann vera, at tað ómetaliga ringt at fáa ein bústað í Havnini, og harafturat er tað eisini ómetaliga dýrt.

 

– Havnin er kanska við at fyllast, og tað er ikki lætt at fáa nakað at búgva í. Tí taka fólk avleiðingarnar av tí og búseta seg heldur í økini rundanum Havnina at seta búgv, har tað bæði er lættari og bíligari, halda tey á Hagstovuni.

 

– Fólk vilja nokk helst búsetast í miðstaðarøkinum, men tá ið bústaðarneyðin er so stór, sum hon er, fara tey heldur út um Havnina at seta búgv. 

 

Fólkatalið í Havnini er vaksið 1,2 prosent hetta seinasta árið og tað er bara í Suðuroy, at vøksturin er minni. Men í Vágum er tað vaksið 2,1 prosent og í Eysturoy er tað vaksið 1,9 prosent.