fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Mynd: torshavn.fo

Hallur av Rana 14.11.2017 (11:01)

Bústaðir byggir 22 íbúðir undir Gráasteini

Almenna felagið Bústaðir hevur fingið loyvi frá byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu at arbeiða víðari við ætlanini at byggja 22 nýggjar íbúðir undir Gráasteini. Tað boðar Tórshavnar kommuna frá í tíðindaskrivi í dag.


Um verkætlanina skrivar Tórshavnar kommuna:


- Lendið, byggjast skal á, liggur í Havnardali beint omanfyri krossin Landavegur og Velbastaðarvegur. Atkoma verður frá Heimasta Hornið, og parkeringin verður sett runt á økinum og skal vera fríðkað við trøum og runnum. Atgongd verður frá Undir Gráasteini sunnanfyri og Heimasta Horn norðanfyri, skrivar kommunan í tíðindaskrivi.


- Til ber, tá innflutt verður, at koyra nakað inn millum bygningarnar at fráseta flytigóðs. Byggingin verður plaserað í røðum eins og raðhús. Á økinum norðanfyri verður felagsøki við skýlum í skapi nakað sum ból ella skúrðar til felags uppihald hjá teim búgvandi og serliga til nýtslu hjá børnum.


- Frammanfyri íbúðirnar og aftanfyri hesar verður felags útiøki, ið skal hava dám av urtagarði við runnum, trøðum og bedum, har plantaðar verða blómur , sum skulu verða við til at seta dám á byggingina, sum eitt fjálgt, vakurt og hugnaligt stað. Við hallandi flagtekjum skal byggingin tekna seg úteftir eins og eitt bygdalag á einari fjallasíðu. Teir forskotnu veggirnir og karnapparnir skulu fáa byggingina at sýnast skulpturella í lendinum. Karnappar eru í øllum íbúðum, og á henda hátt verður optimalt útsýni.


- Tær hallandi flagtekjurnar geva hugleiðingar til bø og haga, og eru eisini eitt aftursvar til tann grøna bøin og hagan í Havnardali og fjallið aftanfyri. Á henda hátt skuldi borið til at hækka støðið á økinum byggilistarliga.


- Kring eitt miðrúm ella "roykstovu", er atkoma til øll hini rúmini. Allar íbúðirnar hava útsýni yvir Kirkjubøreyn, Havnardal, Nólsoyarfjørð og Nólsoynna alt eftir staðseting. Á 1. hædd verða íbúðir við serligum atliti til rørslutarnað, og atkoman kan verða aftantil ella framman, alt eftir rørðslutørvinum.


- Køkurin og etipláss kunnu plaserast á ymsan hátt. Hjallur er til allar íbúðirnar beint við úthurðina. Íbúðirnar á 2. hædd við hems ella sval, eru nakað rúmligari, og er tað møguligt at nýta loftið til ymisk endamál so sum sovipláss, stovu ella arbeiðspláss.


- Hjallur er til allar íbúðirnar beint við úthurðina. Allar hava goymsluskúrð og postkassa, sum verða plaseraði fyri seg á forplássinum. Móti norði er lutvíst takt felagsøki, sum skal rúma
felagshølum og virkishølum til børn. Felagshúsið liggur við eitt torg, sum í brúkshøpi skal virka saman við felagshúsinum.


- Húsini verða upphitað við gólvhita, sum kemur frá jørðhita, sum verður fingin til vega við at borað verða nøkur hol inni á økinum. Tá ið longri er komið í projektinum, verður nærri greitt frá konstruktiónum, tilfari, el- og hvs-installatiónum.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her