Býarsavnið má ikki detta niðurfyri

Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.

 

Hon sigur, at Tórshavnar Býráð hevur fingið umsókn frá Býarsavninum hjá Birgari Johannessen, og at umsóknini verður viðgjørt í faknevndunum. Fyrst í mentamálanevndini og síðani í fíggjarnevndini, áðrenn hon verður løgd fyri býráðið.

 

– Tað vildi verið øgiliga synd, sum savnið dettur niðurfyri. Vit eru positivt sinnað fyri Býarsavninum, og eg fari at kalla Birgar Johannessen á fund um málið, sigur borgarstjórin.

 

Lesi eisini: Birgar snarar nú lykilin um á Býarsavnium

Birgar Johannessen hevur fleiri ferðir nevnt, at honum hevði dámt, um savnið flutti inn í aðru hædd í gamla bankabygninginum í gongugøtuni, har kunningarstova og apotek eru á fyrstu hædd. Har kundi savnið húsast saman við Tórshavnr býarsavni hjá býráðnum, sum hevur ligið niðurpakkað í fleiri ár – og har Fornminnissavnið eisini kundi havt lutir, ið viðkoma Havnini.

 

Annika Olsen, borgarstjóri, vil ikki koma inn á nakra konkreta loysn her og nú, men hon sigur, at tey hava tosað um savnið.

 

– Vit hava jú eitt ynski um at fáa søvnini oman í býin, har tey verða nærri borgarunum og meira viðkomandi. Tað hevði verið nátúrligt, at Býarsavnið hjá Birgari Johannesen var partur av tí, heldur hon.