Bygdaleiðir skulu fevna um Glasir

Vit fegnast almikið um tey fantastisku útbúgvingartilboðini, okkara ungu hava fingið við miðnámsskúladeplinum, Glasir. Og tá Musikkskúlin og Skúlin á Fløtum  verða lidnir ávikavist í 2019 og 2020, kunnu vit veruliga tosa um eitt útbúgvingarøki í Marknagili við sannari atdráttarmegi.

 

Tað koma at ganga umleið 2500 næmingar á hesum skúlum, umframt 380 lærarar. Men tað er nakað sum bendir á, at næmingar, ið koma av bygd, ikki hava somu sømdir sum eitt nú næmingar, ið ganga á miðnámsskúlanum á Kambsdali.

 

Meðan Bygdaleiðir koyra beint til dyrnar á Kambsdali, mugu næmingar av bygd skifta buss, tá tey eru komin til Havnar, fyri síðani at koyra við kommunalu bussleiðini, sum frammanundan er full av næmingum úr Havn.

 

Hetta er ikki ein haldbar loysn fyri nakran, og ein loysn eigur at verða funnin beinanveg. Besta loysnin fyri øll er, at Bygdaleiðir koyra beinleiðis til og frá Glasir, eins og tað verður gjørt í sambandi við næmingar, ið ganga á miðnámsskúlanum á Kambsdali. Tað eigur ikki at vera neyðugt at bíða eftir nýggju útbjóðingini av bygdaleiðum, tí talan er um eina rættiliga einfalda broyting, ið kann setast í verk beinanveg til gagns fyri allar partar.

 

Nýggj bussleið í Havn

Tá ið tað kemur til kommunalu bussleiðina í Havn, so skal hon bjóðast út av nýggjum. Arbeitt hevur tí verið við eini royndarskipan, har endamálið er at betra um bussleiðina við fleiri túrum, eisini um kvøldið og í vikuskiftinum. 

 

Sjálvsagt verða skúlarnir í Marknagili hugsaðir inn í hesa royndarskipan. Ein sokallaður “shuttlebussur” verður settur inn at koyra alla tíðina millum miðbýin og Marknagil. Royndarskipanin fer eftir ætlan av bakkastokki í vár.

 

Bussleiðin hevur verið ókeypis síðani 2007, og tað fer hon framhaldandi at verða. Bussleiðin er eitt kærkomið tilboð hjá okkara borgarum, serliga brúka børnini og tey ungu bussleiðina nógv til og frá skúla.

 

Nýggjur ferðslupolitikkur á veg

Økta ferðslan til og úr høvuðsstaðnum hevur alsamt fleiri avbjóðingar við sær. Í dag koyra 11.000 bilar eftir vegunum í Havn hvønn dag, og tá eysturoyartunnulin letur upp, kemur hendan ferðslan at økjast munandi.  Hetta ger tað neyðugt at hugsa í nýggjum loysnum og møguleikum.

 

Arbeitt verður í løtuni við eini heildarloysn til tess loysa tær mongu avbjóðingarnar við øktu ferðsluni í høvuðsstaðnum. Hetta arbeiðið fevnir um alt frá nýggjari bussleið, fleiri súkklubreytum, fleiri parkeringsplássum og talgildum loysnum eitt nú við parkeringsplássum.

 

Meira kunning kemur um hesar ætlanir í næstum.

 

Annika Olsen

borgarstjóri í Tórshavnar kommunu