fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 8m/s

Leita á in.fo

Frá vinstru: Julia, Malena, Bjørg, Martin, Ingibjørg og Pætur

Annika Kunoy Im 16.07.2017 (13:00)

Bygdalívið er avstressandi

Fyri tveimum mánaðum síðani varð fólkatalið í Hesti økt við 28 prosentum, tá seks ung fólk valdu at flyta úr Havn út í oynna.

 

 

Bjørg Niclasen og Malena Johannesen eru tvær av teimum, sum hava valt at royna lívið á útoyggj. Tær báðar hava altíð kent hvørja aðra, men vórðu vinkonur fyri einum tveimum árum síðani, og umfarmt at vera vinkonur eru tær nú eisini sambúgvar.

 

 

Tær greiða frá, at øll seks hava tey verið nógv  á Hesti sum børn, og hava tilknýti til oynna. Tey hava kent hvønn annan síðani tey vóru børn og og eru í sama skúlaárgangi.

 

 

Tey hava dámað væl at vitjað í Hesti, og tær báðar siga, at tær altíð hava havt eitt ynski um at flyta út í oynna.

 

 

Ein dagin tá tey seks sótu við døgverða borðið úti í Hesti og enn eina ferð tosaðu um, at tað hevði verið stuttligt at flutt út, tóku tey avgerðina.

 

 

- Tað var ein spontan avgerð við døgverða borðið, men tá vit fóru at leggja veruligar ætlanir, tók tað nakrar mánaðir áðrenn alt kom í rætt lag, og vit tóku endaliga stigið og fluttu út, siga tær

 

 

- Størsta broytingin í gerandisdegnum, síðani vit fluttu út á Hest, er at vit ikki fáa verið líka spontan, sum vit onkuntíð hava verið í Havn. Ein fær ikki av sínum eintingum farið til eitt eitthvørt tiltak, ella gjørt eina skjóta avtalu um okkurt. Tað krevur eisini nógv meir ráðlegging, tá ein skal leggja innkeyp og annað til rættis, siga tær báðar.

 

 

Tey ungu dáma væl broytingina í gerandisdegnum, og leggja lítið í, at tey ikki spontant fáa farið til alt, sum Havnin hevur at bjóða.

 

 

- Vit hugna okkum simpulten so væl saman í Hesti. Um kvøldarnar spæla vit borðspæl í fleiri tímar, svimja, leypa á sjógv, ganga túrar og annað. Tað er annarleiðis har úti, siga tær.

 

 

- Tað er so hugnaligt at vita, at tú ikki knappliga skalt til eina konsert og tú veitst, at tú veruliga hevur frí, tá tú hevur frí. Hetta merkir ikki, at vit ikki kunnu fara til tiltøk í Havn, men fara vit, so mugu vit leggja tað væl til rættis, siga tær.

 

 

Við nýggju tilflytarunum er fólkatalið í Hesti økt umleið 28 prosent, og miðalaldurin er lækkaður munandi. Hagtøl frá Hagstovuni vístu, at 21. apríl 2017 var fólkatalið í Hesti var 21. Eftir at tey seks eru flutt út á oynna, er ein talið økt við 28 prosentum.

 

 

Til ber at lesa samrøðuna í fullari longd í vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum nú