Bygdamynd hvørvur í kvøld

Pylsubúðin Skýlið í Vági verður av mongum hildin at selja heimsins bestu pylsur, men hetta gerst søga í kvøld.

Pylsubúðin Skýlið í Vági verður av mongum hildin at selja heimsins bestu pylsur, men hetta gerst søga í kvøld.

 

Í kvøld letur Skýlið aftur og tá gevast Flemming og Ásgerð Stenberg, sum hava rikið Skýlið í 22 ár. Tá høvdu onnur havt Skýlið áðrenn tey.

 

Bæði vágbingar, og vitjandi, hava mangan havt á munni, at pylsurnar úr Skýlinum óivað eru millum heimsins bestu. Og av viðmerkingum á Facebook, har sølufólkini takka fyri seg, sæst eisini á viðmerkingum, at saknurin verður stórur.

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, og maðurin Jóan Pauli Olsen, nýttu høvið at fáa sær ein bita í Skýlinum - sí innsetta mynd. Tað eru foreldrini hjá Sirið, ið hava rikið Skýlið. Sirið harmast og ásannar, at tá smærru sølubúðirnar hvørva, so er missurin stórur, men hinvegin fegnast hon um, at foreldrini nú fáa betri stundir, og at løturnar saman helst verða fleiri.

 

Nú tíðindini um, at Skýlið letur aftur, berast, so kemur tað ikki óvart, um biðirøð verður í Skýlinum í kvøld, nú næstseinasti dagur í 2015 gjørdist dagurin, tá Skýlið fór í Søguna.