Leita á in.fo

Savnsmynd

Áki Bertholdsen 08.11.2018 (14:03)

Bygdi síni egnu hús – og spardi fýra milliónir

Býrt tú ikki í einum av størri býunum í landinum, er tað púra vónleyst at fáa fígging til at fáa sær tak yvir høvdið. Tað staðfesti Óluva Klettskarð, løgtingksvinna fyri Tjóðveldi.  

 

Løgtingið viðger eitt uppskot frá Miðflokkinum um at stovna ein bústaðarbanka, sum skal veita fólki bílig lán til bústaðir og tað vóru fleiri løgtingslimir sum vistu dømi um fólk, sum ikki fingu fígging til at fáa sær bústað uti á bygd.

 

Men løgtingslimir vistu eisini dømi um, at tað er so nógv ferð á byggivinnuni, at tað kostar stein og allan heim at byggja eini hús.

 

Ein av teimum var Óluva Klettskarð. Hon visti eitt dømi um ein ungan mann í Eysturoy,  sum fór við eini tekning at biðja um tilboð upp á at byggja húsini. Hann fekk at vita, at húsini fóru at kosta ímillum seks og sjey milliónir, segði Óluva Klettskarð – og tey vóru ikki úr gulli legði hon afturat.

 

Úrslitið var, at maðurin tók sær heldur frí úr arbeiðnum og fór at byggja sjálvur, og tað hevur hann spart næstan fýra milliónir við, sigur løgtingskvinnan. Vit hava komið okkum í óføri á hesum øki, leggur hon afturat. Hon vísir eisini á, at í Norðoyggjum fær eingin bústaðarlán uttan fyri Klaksvík og tað er ikki nøktandi, leggur hon afturat.

 

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sigur, at tað heilt øvugta er, at eigur tú fyrst hús í Havn, er nógv lættari at fáa fígging til eini hús úti á bygd afturat, tí tá kunnu húsini í Havn verða trygd fyri fíggingini til húsini á bygd. Sostatt er tað í roynd og veru lættari hjá havnarfólki at fáa fígging til summarhús á bygd, enn tað er hjá bygdarfólki at seta búgv í heimbygdini, sigur hon.

 

Eisini Pauli Trónd Petersen, løgingsmaður fyri Tjóðveldi, visti eitt ítøkiligt dømi um ein mann, sum ikki fekk fígging úr bankanum til eini hús fyri 700.000 krónúr úti á bygd, men tvær vikur seinni fekk sami maður fígging til eini hús í Havn fyri 2,2 milliónir.

 

Les meiri um tað søguna við at trýsta HER


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her