fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 5.9m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 10.02.2018 (21:37)

Carlsen: - Hetta hevur verið ein fantastisk uppliving

Systrarnar Laila, Vanja og Barbara Carlsen gjørdist ov stuttar við sanginum Standing up for love í danska Melodi Grand Prix í kvøld, og komu ikki víðari til finalurumfarið. Men tað er ikki ein vónbrotin Laila, sum in.fo fær fatur á í kvøld.

- Vit eru allar glaðar fyri, at tá vit ikki vunnu, at tað so bleiv júst Rasmussen, sigur Laila Carlsen sum tað fyrsta.

 

 

At framføra var fantastiskt, og fyri systrarnar upplivdist sjálv framleiðslan sera professionel ljóðar úr Aalborg í kvøld.

 

 

- Tað var so stórsligið at standa har og framføra og síggja tað havið av fólki, sum klappaðu og reistu seg. Stuðulin var stórur í salinum, men tað hevur hann eisini verið allan vegin í gjøgnum, sigur Laila Carlsen.

Tær tríggjar eru takksamar fyri stuðulin, sum føroyingar hava givið teimum.

 

 

 

- Tað hevði verið stuttligt at skriva føroyska søgu og vunnið í kvøld. Eisini tí, at stuðulin úr Føroyum hevur verið so fantastiskur. Vit hava upplivað tað sum, at føroyingar ordiliga hava spent seg út fyri at stuðla okkum upp á nógvar ymiskar mátar. Vit hava allar fingið óteljandi stuðulsboð og uppringingar frá fólki, og tað hevur verið ótrúliga rørandi at uppliva, sigur Laila Carlsen, sum nú gleðir seg at vera saman við familjuni.

 

 

 

- Tað er nervapirrandi at fara undir eina so stóra verkætlan sum hesa, tá ið man samstundis hevur smábørn. Men vit hava veruliga upplivað, at okkara nærmastu hava verið ótrúliga stuðlandi í hesari tíðini. Nú gleði eg meg at vera saman við soninum og manninum, sigur Laila Carlsen.

 

 

Eftir hjá Carlsen systrunum at gera í Aalborg á hesum sinni er at luttaka í tíðindafundi og síðani endar MGP ævintýrið við eftirveitslu. So gongur leiðin heimaftur á klettarnar.  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her