Carlsen systrarnar liggja sum nummar tvey

Á heimasíðuni hjá Danmarks Radio ber til at atkvøða um, hvør tú heldur skal vinna donsku melodi grand prix kappingina, sum verður leygarkvøldið – og harvið gera av, hvør skal umboða Danmark á altjóða Euvro Vision kappingini.

Í løtuni liggja føroysku Carlsens systrarar sum nummar tvey. Fremst liggur Anna Ritsmar við 2.138 atkvøðum. Carlsen systrarnar hava 1750 atkvøður, og Rasmussen liggur á 3. plássi við 1219 atkvøðum.

Til ber at atkvøða á www.dr.dk

Tað eru annars tveir mátar at taka lut í endaligu atkvøðugreiðsluni leygarkvøldið. Annar mátin er at senda SMS, su kostar 1 krónu. Hin er at downloada eina app, og tað kostar einki.

Fyrst verður atkvøtt millum teir 10 kappingarneytarnar, hvørji trý teirra sleppa víðir í finlauna. Her telja hyggjaraatkvøðurnar 50 prosent og dómsnevndin 50 prosent.

Í sjálvari super-finaluni, tey kalla, er býtið tað sama: Atkvøðurnar hjá hyggjarum telja 50 prosent og atkvøður hjá dómarum 50 prosent.