Carlsen systrarnar ov stuttar

Vónbrot í Melodi Grand Prix í kvøld hjá Carlsen systrunum.

Standing up for love, sangur nummar sjey á listanum yvir teir 10 sangirnar, sum kappaðust í innleiðandi umfarinum av danska Melodi Grand Prix í kvøld, gjørdist ov stuttur. 

 

 

Fyri lítlari løtu síðani hevur DR talt saman atkvøðurnar hjá hyggjarunum, sum hava atkvøtt bæði umvegis smsboð og umvegis appina, og so atkvøðurnar hjá serfrøðinganevnd, og almannakunngjørt hvørjir tríggir sangir skulu víðari til finalurunduna í MGP í Aalborg í kvøld. 

 

 

 

Og tað gjørdist sangur nummar tvey, nummar trý og nummar 10. Tað eru sangirnir Starlight, Higher Ground og Music for the Road. Sostatt er føroyska Melodi Grand Prix ævintýrið hjá Carlsen systrunum komið at enda fyri hesu ferð.