Cliff sendir heilsan

 

Cliff Richard sendir føroyingum heilsan úr venjingarhølunum, har hann fyrireikar seg til framførslu á Summar Festivalinum.

 

Hann telist millum upprunaligu poppstjørnurnar í tónleikasøguni, og hann er millum kendastu tónleikanøvn í heiminum yvirhøvur. Tá ið hansara tónleikaligu avrik og sølutøl skulu samanberast við aðrar tónleikarar og bólkar, tosa vit um nøvn sum The Beatles og Elvis Presley.

 

Síðani Cliff Richard í 1958 hittaði við sínum fyrsta sangi, Move It, sum John Lennon hevur kallað fyrsta enska rocksangin, hevur Cliff Richard havt óteljandi hitt, og her á okkara leiðum kenna vit nógvar av sangum hansara – til dømis Summer Holiday, Lucky Lips, Livin Doll, Congratulations, We Don’t Talk Anymore, Daddy’s Home, Some People og fleiri aðrar.

 

Í nógv ár hava føroyingar droymt um at uppliva Cliff Richard á palli í Føroyum, og nú verður tað veruleiki. Cliff Richard spælir á Summar Festivalinum hóskvøldið 4. august.

 

Cliff Richard fór í dag í venjingarhøli at fyrireika seg til framførsluna í Føroyum, og haðani sendi hann føroyingum eina heilsan, nú hansara konsert á Vágsbøi av álvara nærkast.