Coca Cola, Nestlé og onnur í stríð ímóti plastdálking

Fleirtjóða fyritøkur sum eitt nú Coca Cola, Neslé, Walmart, IKEA (v.m.) hava alment bundið seg til at luttaka í stríðnum ímóti plastdálking í heimshøvunum. Fyritøkurnar stuðla Ocean Plastics sáttmálanum, sum fimm G7 lond undirskrivaðu á einum G7-oddafund í Kanada í junimánað

Fleirtjóða fyritøkur sum eitt nú Coca Cola, Neslé, Walmart, IKEA (v.m.) hava alment bundið seg til at luttaka í stríðnum ímóti plastdálking í heimshøvunum. Fyritøkurnar stuðla Ocean Plastics sáttmálanum, sum fimm G7 lond undirskrivaðu á einum G7-oddafund í Kanada í junimánað.

 

Bretland, Kanada, Frakland, Týskland og Italia, saman við ES, hava øll undirskrivað sáttmálan, eins og lond uttan fyri G7, Norra og Jamaika eru við. Endamálið í sáttmálanum er m.a. at miða ímóti at menna fleiri burðardyggar hættir at pakka vøru við plasti, samstundis sum tað verður arbeitt við at 100 prosent av øllum framleiddum plasti skal endurnýtast áðrenn ár 2030.

 

Nógva plastdálkingin, sum kemst av fiskiskapi verður eisini sett á breddan. Sambært ST stava 70 prosent av allari plastdálking í heimshøvunum frá fiskiskapi, serliga er tað net og onnur fiskaútgerð, ið endar sum rusk á sjónum.

 

Felagsskapurin World Animal Protection hevur áður mett, at 640.000 tons av neti og aðrari fiskaútgerð enda í heimshøvunum árliga, og at hetta er orsøkin til at kópar, springarar, skjaldbøkur, sjóleyvur, minni hvalir og sjófuglur í hópatali doyggja. Ocean Plastics sáttmálin leggur lunnar undir arbeiði at reinska høvini, at fyribyrgja at burturkast endar í høvunum. Arbeitt verður eisini við at í framtíðini skal tað verða møguligt at avdúka og eyðmerkja av hvørjum skipum ruski stavar frá.

 

Ocean Plastics sáttmálin kann lesast her: https://g7.gc.ca/wp-content/uploads/2018/06/OceanPlasticsCharter.pdf

 

/AFP/