Coca-Cola tjenti nógv færri pengar í fjør

Umleggingar og mótburður gjørdi, at úrslitið hjá Coca-Cola í fjør gjørdist munandi verri. Tað vísir ársroknskapurin.

 

Roknskapartølini hjá Coca-Cola fyri 2017 eru alt annað enn góður lesnaður. Bæði søla og úrslititini eru verri. Felagið er í ferð við eina størri umlegging, sum eisini setir sín dám á úrslitið. Tað vísir ársroknskapurin fyri 2017, hóast stjórin letur væl at.

 

– Eg fegnist um tað, sum vit hava nátt í 2017. Vit náddu fíggjarligum málum okkara, samstundis sum at vit hildu fram at broyta felagið til eitt burturav drikkivørufelag.

 

– Enn er nógv eftir at gera, men tað momentum, vit eru í ger meg fullvísan í míni søk, sigur James Quincey, forstjóri í Coca-Cola, í ársroknskapinum.

 

Umsetningurin hjá Coca-Cola fall í fjør við 15 prosentum til 35,4 millardir dollarar. Umsetningurin minkar, tí Coca-Cola í minni mun sjálvt sendur fyri framleiðsluni av drikkivørunum, men letur uppgávuna víðari til franchise-veitarar. Mongdin av seldum Coca-Cola leskidrikkum var sambært roknskapinum støðug.

 

Við í minni mun at standa fyri tí praktiska vil Coca-Cola økja yvirskotið og gera seg sjálvt minni kapitaltungt.

 

Nettoúrslitið minkaði ógvusliga við 80 prosentum til 1,2 millardir dollarar. Tað var tó eftir fleirfaldum skatti upp á 5,6 milliardir dollarar.

 

Skatturin er vaksin munandi eftir nýggja skattareformin í USA, har tað skal gjaldast skattur av pengum, sum eru tjentir uttan fyri USA, sum ikki er tikin heim til USA. Tað hevur givið eina eyka skattarokning upp á 4,6 millardir dollarar.

 

Umframt turru tølini sigur Coca-Cola, at tey vilja satsa meira upp á leskidrikkir uttan sukur sum Diet Coke. Tað skal vera við nýggjum fløskum og nýggjum smakkum.

 

Samstundis miðar Coca-Cola eftir á nýggjum vørum sum vatn, kokosnøtvant og Appeltiser.

 

Býtt kring heimin minkaði sølan eitt sindur í Latínamerkia, men vaks í Evropa. Í Norðuramerika stóð sølan í stað.

 

/ritzau/