Commonwealth umhugsar at droppa drotningina

Elisabeth drotning av Stórabretlandi er eisini leiðari hjá Commonwealth-londunum. Men einki heldur ævugt. Loyniligar samráðingar avdúka ein avloysara sum ovasta leiðara fyri Commonwealth-londini, ið ikki hevur blátt blóð.

 

Leiðarar í Commonwealth-londunum eru farnir at umhugsa, hvør skal loysa av bretska monarkin, Elisabeth drotning, sum formligi leiðarin og yvirhøvd í samstarvinum. Drotningin er 91 ára gomul.

 

Innan samstarvið eru ongar relgur um, at pláss hennara av sær sjálvum verður tikið yvir av tí, sum verður næsti monarkur í Stórabretlandi, Charles krúnprinsi, tá drotningin einaferð doyr.

 

Commonwealth er ein felagsskapur av enskttalandi londum. Har eru 53 limamond, har av tey flestu hava fyrr verið bretsk hjálond.

 

Elisabeth drotning er eisini formliga ríkisyvirhøvur í 16 av teimum 53 londunum.

 

BBC skrivar, at um »stutta tíð« verður aftur ein fundur í bretska høvuðsstaðnum, London, í einum serligum bólki av høgtstandandi perónum, sum eru valdir út til tess at kanna nærri, hvussu organisatión verður stýrd.

 

– Eg ímyndi mær, at spurningurin um ein avloysarara kemur til viðgerðar, hvussu ringt tað enn kann vera, sigur ein høgtstandandi kelda við BBC, sum hevur sæð skránna fyri fundin.

 

Har fer leiðsluspurningurin í breiðastu merking at verða viðgjørdur, og tað ber sambært kønum boð um, at tað er avloysarin hjá Elisabeth drotning, sum verður til viðgerðar.

 

Blaðið The Guardian hevur eisini viðgjørt málið og tosað við dulnevnda keldu, sum váttar, at tað verður fundur millum høgar ráðharrar innan Commonwealth-londini.

 

Men keldan leggur ikki so stóran týdning í tann partin av fundinum.

 

– Bólkurin skal kanna, hvussu Commonwealt verður rikið, og ikki so nógv um, hvør skal loysa av drotninginga, sigur keldan.

 

Fundurin er ein fyrireiking til toppfundin, sum skal vera í Commonwealth í London í apríl.

 

Onnur kelda sigur við BBC, at tað hevði verið nátúrligt, at Commonwealth-leiðararnir kjakaðust um avloysara fyri drotningina, tá teir í sambandi við topfundin hittast óformliga á Windsor Castle.

 

Elisabeth drotning varð kosin óformligi leiðari fyri ommonwealth í 1953. Tá hevði felagsskapurin bert átta limir, og hon var tann formligi monarkurin í sjey teirra.

 

Hon tók við starvinum eftir pápa sín, George VI, sjálvt um tað ikki stóð skrivað, at Commonwealth skuldi verða undir leiðslu av monarkinum.

 

Tá drotningin einaferð er deyð, verður gjørt av, hvør skal leiða felagsskapin. Men tað fyriliggur eingin greið tilgongd um, hvussu tað verður gjørt.

 

Nógvir leiðarar í limalondunum heilda, at Charles prinsur ikki er ein møguleiki sum leiðari.

 

BBC hevur eisini víst á, at tað helst skal veljast ein leiðari fyri at styrka fólkaræðisliga umdømið hjá felagsskapinum.

 

/ritzau/