fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 15.2m/s

Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 18.05.2017 (21:17)

Cornell gjørdi av við seg

Fyrr í dag komu tíðindi um, at kendi rocksangarin Chris Cornell var deyður knappliga, 52 ára gamal.

 

Hann var kendur frá bólkunum Soundgarden og seinni Audioslave. Og hann var við, tá Soundgarden fann saman aftur, og tað var eftir eina konsert við Soundgarden í Detroit.

 

 

Sambært BBC fór onkur í familjuni at vita hvussu honum visti við, og fann viðkomandi Cornell á gólvinum í baðirúminum.

 

 

 

Rættarlæknar siga nú, at Cornell gjørdi av við seg og at hann hongdi seg. Men enn er frágreiðing ikki skrivað  í málinum, verður eisini sagt.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her