Country-og Bluesfestivalur setti met

Sørvágs Country & Bluesfestivalur, sum hesaferð setti met í vitjandi, hevur ásett dagarnar fyri, nær festivalrin verður í 2019.

Ongantíð áður hava so nógvir gestir vitjað Sørvágs Country & Bluesfestival sum í ár. Festivalurin varð hildin í fram úr góðum veðri og viđ stórslignum konsertum.

 

- Við nýggju country-appini og støðugari upplýsing á country-síðuni á Facebook hepnaðist at gera festivalin sjónligan í radaranum. Við metnógvum gestum og 180 kampingvognum er vikuskiftið nú lagt aftur um.

 

Tað siga tey, sum standa aftan fyri festivalin í Sørvági. Lagt verður aftrat, at onkrar broytingar vórðu gjørdar beint undan festivalinum, sum leiðslan fekk avgreitt, soleiðis at fólk mistu sum minst.

 

- Nú er greitt, nær næsti Country & Bluesfestivalur verður hildin, og her hava vit gjørt av, at festivalurin í 2019 verður hildin í døgunum 14.-15. juni 2019.

 

Fyrireikararnir siga, at longu nú eru fólk farin at bíleggja pláss til kampingvognin til festivalin 2019, og hetta gera tey hjá VisitVagar.