Craig tekur ein Bond aftrat

Daniel Craig verður aftur at síggja í leiklutinum sum tann sjamerandi bretski njósnarin James Bond, ið kvinnurnar tykjast hava ein serligan tokka til.


Tað boðaði sjónleikarin sjálvur frá í gjárkvøldið, tá hann luttók í amerikansku sjónvarpssendingini The Late Show við Stephen Colbert. Tað skrivar bretska blaðið the Guardian.


Dúgliga hevur verið gitt, um Daniel Craig fór at taka eitt tørn aftrat, men í 2015 segði hann, at hann heldur vildi beina fyri sær sjálvum enn at gera ein nýggja James Bond film.


Sjónleikarin hevur tó lov at broyta hugsan, og við Stephen Colbert játtaði hann, at hann aftur verður at síggja í leiklutinum.


- Eg havi verið rættiliga varin við hesum. Eg havi gjørt samrøður í allan dag og fólk hava spurt meg, men eg havi einki sagt. Eg føldi tað onkursvegna soleiðis, at um eg skuldi fortelja sannleikan, so skuldi tað vera fyri tær, segði Daniel Craig, og tá verturin síðan spurdi, um hann kundi fortelja nøkur góð tíðindi um Bond, kom svarið skjótt.


- Ja, svaraði sjónleikarin og greiddi frá, at avgerðin bleiv tikin fyri nøkrum mánaðum síðan.


Daniel Craig legði tó dent á, at hetta verður síðsti filmurin við honum í høvuðsleiklutinum.


- Eg haldi hetta er tað. Eg ynski at enda við einum braki og eg klári ikki at bíða, segði hann.


Næsti filmurin um James Bond verður væntandi klárur í november 2019, og verður tað tann 25. filmurin um bretska njósnaran.