Leita á in.fo

Danjal av Rana 07.12.2017 (11:31)

Dagsins jólalag: Símun Hansen

Hvønn dag í jólamánaðinum leggja vit í Miðlahúsinum ein jólasang út á Blits-síðuna á in.fo.

 

Onkrar teirra vera føroyskir, onkrir útlendskir, men allir við sama málið, at breiða jólahýrin.

 

Hesin sangurin kom út í fjør. Tað er Símun J. Hansen í Saltangará, sum spælir og syngur. Sjálvur sigur hann soleiðis um sangin:

- "Jól eru her og minna á" er skrivaður eitt kvøldið vit hugnaðu okkum saman sum familja við jólapynti o.ø. Sangurin er um okkara vón og stórstu gávu Jesus.

Orð og lag: Símun Jóannesarson Hansen

Framleiðsla: Niclas Johannesen

Ljóðbland: Óli Poulsen

Kór: Dania O. Tausen, Randi Hansen og Símun

Videoframleiðsla: Dania og Símun

Løgini:

6. desembur - Tá milliónir tendra ljós - Sakaris

5. desembur – Eg gleðist so hvørt jólakvøld - Alex

4. desembur – Happy Christmas (War is over) - Teitur

3. desembur - Friður á jørð - Margit og Linda.

2. desembur - Jólanætur - Danny & the Veetos

1. desembur - Koyr okkurt í mína hosu - Elis Poulsen


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her